Rokast í makrelinum

Í Íslandi hava øll uppsjóvarvirkini frá Vestmannaoyggjunum eystur á Vopnafjørðin nóg mikið at gera við at arbeiða makrel frá teimum skipunum, sum eru farin til fiskiskap. Morgunblaðið skrivar, at í síðstu viku fingu 450 fólk viku- ella mánaðarløn frá Vinnslustøðini í Vestmannaoyggjunum. Á virkinum hjá HB Granda á Vopnafirði hava tey fingið 80 fólk afturat til arbeiðis, nú skipini landa makrel.

Í Íslandi hava umleið 100 størri og minni skip fingið loyvi til at fiska makrel í ár. Tey flestu uppsjóvarskipini eru farin til fiskiskap, og fleiri fara út í næstum.

Makrelurin hevur ikki sama ferðarmynstur í ár sum undanfarin ár. Sagt verður, at hann er seinni á veg, og at hann er longri suðuri í ár. Tí hevur lítil makelur verið á teimum vanligu leiðunum eystanfyri, men væl meiri vestur ímóti Vestmannaoyggjunum, skrivar Morgunblaðið.