Rokaligur síðsti skúladagur í Hoydølum

Tað kom til ilnar millum leiðsluna og næmingar í 3. g og 2. HF í Hoydølum í morgun, tí nakrir næmingar vóru ov ávirkaðir av rúsdrekka

Síðsti skúladagur hjá næmingum í 3.g og 2. HF plagar at vera ein hátíðardagur, har næmingar og lærarar eta morgunmat og hugna sær saman. Tað hevur í nógv ár verið vanligt, at veitsla er náttina fyri síðsta skúladag, og altíð er onkur næmingur, og lærari fyri tað, sum ikki er vorðin edrúur, áðrenn felags morgunmatin í skúlanum. Men í ár kom ilt millum nakrar næmingar og rektaran, Mikkjal Helmsdal, tí hesin metti ov nógvar næmingar vera ov ávirkaðar. Og knappliga gjørdist tað, sum skuldi vera ein hátíðardagur, ein ørkymlandi uppliving hjá teimum flestu.

Ætlanin var, at morgunmatur skuldi vera klokkan 10 og kabarett klokkan 12. Men í morgun varð tó ovboðið hjá rektaranum, Mikkjali Helmsdal:

- Her gingu einir 50-70 rættiliga fullir næmingar, og tí hildu vit tað ikki vera ráðiligt at hava ætlaðu tiltøkini, sigur rektarin. Sostatt vóru tey tiltøk, sum eftir ætlan skuldu vera, avlýst, og teir næmingarnir, sum høvdu fingið ov nógv at drekka, sendir heim, sigur Mikkjal Helmsdal.


Næmingarnir vóru sjálvandi sera ónøgdir við hesa avgerð, og ætlanin var at fara bæði kravgongu, felagsfund og trappustreyku. Teir vóru ónøgdir við, at leiðslan ikki hevði gjørt teimum greitt, hvør avleiðingin var, um onkur møtti fullur upp. Fleiri lærarar tóku synd í næmingunum, og eftir samráðingar við samstarvsnevndina varð avgjørt, at tiltøkini skuldu vera kortini. Í samstarvsnevndini eru, umframt rektaran, umboð fyri lærarar og næmingar.

Morgunmaturin var tí klokkan 11, men hýrurin var ikki tann besti millum næmingarnar, og tí høvdu teir ikki hug til at hava kabarettina kortini. Eisini vóru fleiri teirra, sum skuldu spæla við, farin heim. Í staðin varð okkurt video-tilfar, sum varð gjørt frammanundan, sýnt fram í skúlahøllini.

Rektarin, Mikkjal Helmsdal sigur, at tað skal bera til hjá næmingunum at hava ein stuttligan enda á skúlatíðini í Hoydølum, men tey mugu koma til eina semju um, hvussu hetta skal bera til.