Tveir dystir í norsku 4. deild endaðu í fullkomnum skilaloysi seinasta vikuskiftið.
Í dystinum millum Brage og Dalguten noyddist ein av spælarunum á sjúkrahús eftir slagsmál á vølllinum, og dysturin millum Leirfjord og Langnæs endaði eisini í slíkum roki, so dómarin noyddist at bríksla dystin av áðrenn tíð.
Frank Walstad hevur verið norskur meistari í boksing heilar 9 ferðir, og við síðuna av sínum avrikum í ringinum spælir hann eisini fótbólt á 4. deildarliðnum hjá Braga.
Í dystinum móti Dalguten seinasta leygardag nýtti hann høvi til at bróta kjálkabeini á einum av mótstøðumonnunum. Verjumaður hjá Dalguten gav Walstad eitt skump undir dystinum, og tað gjørdist boksarin so fortørnaður inn á, at hann breyt kjálkabeinið hjá verjumanninum í tveimum støðum.
Mánadagin var verjuspælarin lagdur undir skurð á lokala sjúkrahúsinum.
Málverjin kastaði sær
av vatninum
Í dystinum millum Leirfjord og Langnæs var málverjin hjá útiliðnum høvuðsleikarin ? og tað var ikki fyri tað góða.
Málverjin brúkti hálvleikin til at kasta sær av vatninum á bilin hjá linjuverjanum, tí hann var so misnøgdur við dømingina hjá honum. Í seinna hálvleiki fekk málverjin reyða kortið, og tað fekk øra mannin til at eta kortið hjá dómaranum.
Og sum um tað ikki var nóg mikið, so tveitti málverjin á veg av vølllinum steinar eftir børnunum, sum vóru millum áskoðararnar.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki orkaði dómarin ikki meira. Tá bríkslaði hann dystin av, og sendi spælararnar undir brúsuna.
Allan dystin var dúgliga drukkið øl á beinkinum hjá Langnæs, men tað var eitt sindur ógreitt um tað vóru spælarara, venjari ella leiðarar, sum fingu sær meira enn gott er.
Og so vilja fólk vera við, at norskur fótbóltur er keðiligur...










