Rokaligt í Gøtu

Úsetti dysturin í Gøtu millum GÍ og TB, sum var leiktur hóskvøldið, gjørdist rættuliga rokmikil, og nógv rok var í sambandi við øll trý málini í dystinum, sum GÍ vann 2-1.

Talan var annars um ein rættuliga javnan dyst við fáum málmøguleikum. GÍ hevði bóltin mest, men tvøramenn stóðu rættuliga væl á vøllinum, og tað gekk striltið hjá heimaliðnum at opna tøttu verjuna hjá TB.

Ivi um øll málini
GÍ legði seg á odda, tá ið eitt korter var farið av seinna hálvleiki. Ein bóltur var sendur inn í brotsteigin hjá TB, har Óli Johannesen og ein GÍ-leikari fara eftir honum, og teir bresta saman. Dómarin, Petur Reinert, er ikki í iva og dømir brotsspark til GÍ, sum Sámal Joensen setir í netið. Tvøramenn vóru ógvuliga ónøgdir við hesa avgerð.
Men eitt korter fyri tíð fær TB javnað. Eitt hornaspark endar inni í málteiginum hjá GÍ, har Emanuel Larby og GÍ-málverjin, Marcin Dawid, fara upp eftir bóltinum. Málverjin fer um koll, og Larby skallar bóltin í málið til 1-1. Nú vóru tað gøtumenn, ið áttu tørn at verða ónøgdir við dømingina, og tað gjørdi ikki støðuna betur, at Marcin Dawid noyddist av vøllinum við skaða í sambandi við hendingina. Fríggjadagin skuldi Marcin Dawid til Havnar, har røntgenmynd skuldi takast av arminum, tí ótti var fyri, at hann var brotin.
Sigursmálið hjá GÍ kom, tá ið vanliga leiktíðin var farin. Ein langur bóltur var sendur niðan móti GÍ-álopinum. Óli Johannesen og ein GÍ-framherji fara eftir bóltinum, og báðir fara um koll. Bólturin fer longur fram eftir vøllinum, har Áslakkur Petersen gerst leysur við Predrag Markovic í TB-málinum, men dómarin bríkslar bráddliga. Tey flestu ivaðust ikki í, at fríspark var dømt til TB, men dómarin dømdi fríspark til GÍ. Tvøramenn vóru ónøgdir, og tað vóru gøtumenn eisini, tí Áslakkur var púra leysur við málverjanum. Men fríspark var dømt, og tað sendi Sámal Joensen í verjumúrin hjá TB, so bólturin broytti kós og snýtti Predrag í TB-málinum.

Óli kennir seg snýttan
Tá ið vit eftir dystin tosaðu við verjuálitið hjá TB, Óla Johannesen, var hann ógvuliga ónøgdur við leiklut dómarans í sambandi við bæði málini hjá GÍ.
- Í sambandi við brotssparkið skal eg sparka bóltin burtur, tá ið ein GÍ'ari stemplar meg á skinnabeinið. Tá var eg glaður fyri skinnaran, tí annars eri eg bangin fyri, at eg hevði brotið beinið, sigur Óli Johannesen, sum ikki dugir at skilja, at dómarin kundi døma brotsspark í tí førinum.
Landsliðsskiparin setur eisini spurnartekin við málið hjá TB, ið hann helt verða eitt slag av eini kompensatión fyri brotssparksavgerðina.
- Tá ið teir fáa sigursmálið, er tað upp á eitt fríspark, sum verður dømt móti mær. Eg fari eftir einum langum bólti og eri framman fyri ein GÍ-leikara, sum kemur í ryggin á mær, so vit báðir fara um koll. Bólturin stakk til ein púra leysan gøtumann, men dómarin bríkslaði, og eg ivaðist ikki í, at nú fekk eg frísparkið, sum eg átti. Men hann dømdi til GÍ, og eg stóð sum kánus. Eg haldi, at tað er ótrúliga bitturt, at vit tapa handan dystin, tí bæði málini hjá teimum koma eftir skeivar dómaraavgerðir eftir mínum tykki, sigur Óli Johannesen, sum heldur, at burtursæð frá áðurnevndu hendingum dømdi Petur Reinert væl.
Leikandi venjarin hjá GÍ, Krzystof Popczynski, segði eftir dystin, at hann eisini helt iva verða um okkurt av málunum, men hann vildi tó ikki gera stórvegis viðmerkingar til avgerðirnar, fyrr enn hann hevði sæð sjónbandaupptøkurnar av dystinum.