Hesa vikuna gevur Mariann Klein Ivansdóttir, eigari av Royal Hárfríðkan, ráð um hvussu tú fært tær rokaligur krúllurnar fram. Um tú bara hevur tað allar minsta fallið í hárinum, kanst tú fáa tað lekrasta rokaliga krúlluta hárið, við einum soft stylara og røttu produktunum.
Tú skalt brúka:
ein soft stylara at seta á fønaran
ein kamb
produkt, sum verjur móti hitanum
skúm, gelé ella lotion, sum gevur hald
sea spray
hárlakk
Byrja við at vaska hárið og greið tað væl ígjøgnum.
Koyr hitaverjandi produkti og skúm í hárið.
Koyr høvdið fram av og halt soft stylaranum inn at høvdinum í 10 sekund á hvørjum stað til allir hárbotnurin er turrur.
Reis høvdið upp aftur og halt áframm við at turka allar endarnar á sama hátt, við at halda soft stylaranum í 10 sekund á hvørjum stað til allir endarnir eisini eru turrir
Spraya síðani sea spray útyvir alt hárið, og set soft stylaran á aftur eina løtu til tað aftur er turt
At enda spraya hárlakk útyvir alt hárið