Í gjár landaðu partrolararnir, Rókur og Lerkur, umleið 160.000 pund til fiskavirkið, Faroe Origin í Runavík. Teir høvdu roynt í einans fýra samdøgur.
Meginparturin av veiðini var stórur kongafiskur, og nakað var eisini av blálongu.
- Skipini komu inn nú, tí meginparturin av fiskinum verður seldur feskur av landinum, veit Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini at siga.
Skálkaliga halda menn umborð á partrolarunum fyri, at slíkur túrur sum hesin er sera hugaligur - ikki minst, tá bæði politikarar og kanska Havstovan við vilja vera við, at eingin kongafiskur er undir Føroyum.
Síðsta árið hava Rókur og Lerkur roynt mest á djúpum vatni eftir dýrari fiskasløgum, eitt nú svartkalva, kongafiski og blálongu.
- Fiskiskapurin hevur verið brúkiligur, og haraftrat hevur prísurin verið nógv hægri enn eitt nú á upsanum, siga skipararnir, Kristian Karl og Ásbjørn, sum eru menninir á myndini, sum Føroyska Sjómansmissiónin eigur.
Skipini landa nærum hvørja viku, tí tað nógva av fiskinum fer feskt av landinum, og tí má fiskurin ikki gerast ov gamal. Sjey mans eru við hvørjum skipi í senn, og samlaða manningartalið er 24.









