Rok á vertshúsi

Tey vóru við at rudda avsunnumorgunin á einum vertshúsi í Havn. Klokkan var 6.40, og tá kom ein maður, sum vildi inn.

Maðurin fekst ikki útaftur, og tað bleiv handfast millum hann og ein annan, sum arbeiddi har.
Í rokilsinium datt óynskti gesturin móti einum rúti, sum brotnaði.
Ringt varð eftir politinum, sum kom eftir manninum, og tá ið politistarnir leitaðu í lummum hansara, funnu teir eina minni nøgd av ecstasy og marihuana.