Rok um vikuskiftið

Frá vakthavandi skilja vit, at Leygarmorgunin gjørdist nakað buldrasligur hjá løgregluni í Havn. Løgreglan fekk at vita, at rok var uttanfyri náttklubban Glitnir í Havn, og tískil gjørdi løgreglan av, at fara oman har fyri at vera sjónlig, og harvið kunna forða fyri einum bardaga. Men lítið hjálpti. Menn fóru til hendurs, og løgreglan mátti leggja uppí.

Tveir mans løgdu gjørdi seg eisini inn á løgregluna, og tað sum spurdist burturúr var, at báðir vóru handtiknir. Teir eru skuldsettir fyri harðskap ímóti tænastufólki. Frá løgregluni skilja vit, at tílík mál eru óvanlig í Føroyum.
Sunnumorgunin var tað heldur friðarligari. Onkur koyrdi ávirkaður av rúsdrekka, men annars hevði løgreglan ikki so nógv um at vera sunnumorgunin, skilja vit á vakthavandi.