Rok um strond

Tað elvdi til stóra vreiði í Kili, tá forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, herfyri segði, at hann umhugsaði at halda summarfrí á bolivisku strondini. Tey, sum kenna suðuramerikonsku landalæruna, munnu vita, at Bolivia hevur onga strond. Tað veit Hugo Chavez sjálvandi eisini, men orð hansara høvdu kortini eina meining.

Bolivia tapti tað sonevnda Kyrrahavskríggið fyri 120 árum síðani, sum endaði við, at landið misti ta 850 kilometrar longu strondina, sum kom undir kilskt ræði. Bolivar hava ongantíð viðurkent, at Kili eigur strondina, og teir vóru tí ovurfegnir um orðini hjá venesuelska forsetanum, ið sjálvandi vóru ætlað sum eitt prik til Kili.

Men í Kile fullu orðini ikki í góða jørð, og stjórnin í Santiago boðsendi alt fyri eitt sínum sendiharra í Venesuela, og enn er hann ikki farin aftur til Caracas. Hóast ósemjan um strondina er stórthundrað ára gomul, er hon minni enn so gloymd. Eitt nú hava Kili og Bolivia framvegis ikki fult diplomatiskt samband.