Rok um lítið og einki!

Tað er ein øgilig rúmd, ið Tórbjørn Jacobsen fær í fjølmiðlunum at úttala seg um líkt og ólíkt, og tað er fantastiskt at hann skal koma sær at leggja løgmann og Jacob Vestergaard undir at vanvirða og forakta tingið og renna undan ábyrgd, tá ið spurningar skulu svarast í tinginum.

Mær vitandi hava løgmenn og landsstýrismenn altíð verið til staðar og komið til tíðina at svara fyrispurningum í tinginum, um teir annars hava verið heima. Sjálvandi kemur tað fyri, at landsstýrismenn eru uttanlands, men tá boða teir altíð frá í góðari tíð, at teir eru burturstaddir.

Hetta, sum hendi í tinginum mikudagin, var eitt undantak og eftir mínum tykki eitt hendiligt óhapp. Løgmaður, sum annars altíð møtir rættstundis, var ein minutt ov seinur, og Jacob Vestergaard var fullkomiliga óskyldigur. Hann skuldi jú svara spurningum, aftaná at løgmaður hevði svarað sínum spurningum, og Jacob átti tí ikki tørn fyrrenn kanska ein tíma seinni. Og tí skuldi hann als ikki vera har, tá ið fundurin bleiv slitin!

Tað er púra burturvið av Tórbjørn Jacobsen at leggja hesar heiðursmenn undir at renna undan ábyrgd! – Ótrúligt, at fjølmiðlar ikki gjøgnumskoða hetta, men í staðin fara við upp í kórið hjá Tjóðveldinum!