Danski álopsspælarin David Nielsen hevur mangan gjørt um seg í fótbóltsdystum og uttanfyri fótbóltsvøllin, og nú er aftur galið. Svenski Markus Ringberg sigur, at David Nielsen stútaði hann undir dystinum millum Hamarkareraterne og Strømgodset, har David Nielsen spælir. David Nielsen sigur, at tað var ikki við vilja, at hann rakti Ringberg, tá hann skuldi reisa seg aftur eftir eina støðu í brotsteignum.