Rok í Rom

Ein stór mótmælisgonga í Rom í dag endaði í ruðuleika, tá mótmælisfólk settu eld á ein bygning hjá verjumálaráðnum og fleiri bilar og brutu fleiri handilsvindeygu. Italska tíðindastovan Ansa sigur, at nøkur mótmælisfólk fóru inn í bygningin hjá verjumálaráðnum og oyðiløgdu ymiskt.

Mótmælisgongan í Rom var ein av teimum mótmælisgongunum, sum hava verið í býum víða um heimin ímóti bankunum og sparitiltøkunum hjá politikarunum. Í Rom roknaðu fyrireikararnir við umleið 100.000 luttakarum, og tí var løgeglan væl mannað í miðbýnum í dag. Kortini megnaði hon ikki at forða mótmælisfólkinum at gera herverk.

Mótmælini, sum byrjaðu í New York, hava breitt seg til fleiri býir, og í dag var tað fyrsta mótmælistiltakið av hesum slagnum á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn.