Rok í REX

Leygarkvøldið spælir Rok í REX, bólkurin hjá Signar í Homrum úr Kjølum og Jóhan Ziskason úr Mark no limits er ein av allar bestu og virknastu dansibólkum í landinum.

Hetta er ein samanrenning av tveimum av berandi limum í bólkunum, ið gjørdust nummar eitt og tvey í Prix Føroyum 1997. Afturat sær hava teir John Johansen og Ólavur Enni Elisson, hesin seinni er trummuleikari og sonur tann legendariska Elis Poulsen.