Eftir at politiið í einum av forstøðunum til franska høvuðsstaðin, Paris, hevði steðgað eini kvinnu, sum var í heildekkandi klæðum frá topp til tá, elvdu í gjár til ófrið.
Heldekkandi klæði, sokallað Niqab, eru forboðin í Fraklandi, sum kom í gildi fyri tveimum árum síðani.
Ein, ið kom framvið, tá kvinnan varð steðgað, segði eftirlitið hjá politiinum vera ólógligt, og skjótt vóru eini 60 fólk samlað saman fyri at leggja á polistarnar.
Politistarnir fingu sent boð eftir meira fólki, umframt at teir brúktu táragass og gummikúlur fyri at fáa álopsfólkini at taka seg aftur.