Rok og reyð kort á Etihad

Frálíkur fótbóltur, rok og reyð kort, vóru bara nakað av tí sum toppdysturin á Etihad leikvøllinum hevði at bjóða uppá í dag

Fyri løtu síðani endaði toppdysturin millum Manchester City og Chelsea í ensku Premier League. Endin var, at Chelsea fekk sín áttanda sigur á rað, tá teir vunnu 3-1 á útivølli móti Manchester City. Merkisvert var, at Chelsea annað vikuskiftið á rað var aftanfyri 1-0 í fyrra hálvleiki, men megnaði at venda dystinum.

 

Men tað var heimaliðið, Manchester City, sum byrjaði dystin klárt betur. Sum heild vóru teir nógv tað vandameira liðið fyrsta partin av dystinum, og tað var eisini í tráð við leikgongdina at teir løgdu seg á odda 1-0 beint undan hálvleiki. Málið kom eftir innlegg úr høgru síðu, har miðverjin, Gary Cahill, var so óheppin at beina bóltin í egið mál.

 

Í seinna hálvleiki var Chelsea sum hamskift, har serliga Diego Costa gekk á odda. Sum heild hevði Manchester City verjan tað ótrúliga trupult við at dekka vandamikla áleyparan, og eitt korter inn í seinna hálvleik, slerdi spanski áleyparin til. Eftir eina frálíka sending frá Cesc Fabregas, fekk Diego Costa tamt bóltin framvið verjuleikara hjá City, áðrenn hann smekkaði bóltin í netið til 1-1.

 

10 minuttir seinni, legði Chelsea seg á odda. Talan var tá um skjótálop sum var eftir bókini. Manchester City var fyrst í góðari álopsstøðu, áðrenn Chelsea vann bóltin. Og so gekk skjótt. Eden Hazard fann Diego Costa, sum umleið á miðjuni vendi sær frá verjuleikara hjá Manchester City. Costa rak eitt sindur við bóltinum, áðrenn hann legði bóltin innum City verjuna, har Willian rann frá verjuni. Willian gjørdi ikki mætari enn at smekka bóltin í málið handan Manchester City málverjanum, Claudio Bravo til 2-1.

 

Í yvirtíðini økti Eden Hazard til 3-1 til Chelsea, sum eisini varð endaliga úrslitið. Tað málið kom eftir eina góða umstilling.

 

Í endanum av dystinum var stórt rok á leikvøllinum. Við einari fullkomiliga hol í høvdið takkling, fekk Manchester City áleyparin, Sergio Aguero, beinleiðis reytt kort, og somuleiðis varð miðvallarleikarin, Fernandinho, vístur av vølli eftir hevnisøku.

 

Við sigrinum í dag, økti Chelsea munin millum seg og Manchester City, sum nú er fýra stig. Chelsea er eisini fýra stig frammanfyri Liverpool, sum tó kann heinta inn á Chelsea í morgin, tá teir spæla móti Bournemouth.

 

 

Manchester City – Chelsea

1-0         Gary Cahill (Sjálvmál), 45.

1-1         Diego Costa, 60.

1-2         Willian, 70.

1-3         Eden Hazard, 90.