Rok og húsaófriður

Løgreglan í høvuðsstaðnum sigur frá fleiri rokum og húsaófriðum. Men í øllum førum var ikki talan um tað heilt álvarsliga.
? Einamest talan um rok við antin vertshús ella náttklubbar, har tá løgreglan kom á staðið, var tamarhald fingið á støðuna, sigur vakthavandi.
Men í tí eina førinum, har varð ein maður tikin inn á støðina at sova rúsin av sær.
Rok var uttan fyri Eclipse, men har høvdu menninir funnu útav tí, tá løgreglan kom á staðið.
Fleiri ferðir fór løgreglan út til húsaófrið. Har meklaði hon, inntil partarnir vóru komnir niður aftur á jørðina, og so spældi alt væl og friðarliga av.