Tað gongur væl hjá Newcastle United á vøllinum, men ikki so væl uttanfyri vøllin. Sambært enskum miðlum hevur rokmikil bardagi verið millum Newcastle-spælarnar, Andy Caroll og Steven Taylor.
Avleiðingin av bardaganum var, at Steven Taylor endaði á sjúkrahúsi við einum brotnum kjálkabeini. Tann 24 ára gamli Steven Taylor var annars komin fyri seg, aftaná ein skaða í knænum, sum hevur hildið hann uttanfyri vøllin í tveir mánaðir. Nú er sannlíkt, at Steven Taylor ikki verður tøkur hjá Newcastle tað, sum eftir er av hesum kappingaárinum.
Andy Caroll, sum er sekur í skaðanum hjá Steven Taylor er toppskjútti hjá Newcastle við 15 málum hetta kappingarárið. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Andy Caroll flytur seg skeivu megin lógarkarmarnar. Tann 21 ára gamli Andy Caroll skal møta í rættinum, ákærdur fyri at hava sligið ein mann í einum náttklubba í 2009.
Newcastle er annars á odda í næstbestu ensku fótbóltsdeildini.










