Manchester City er ikki vorðið eitt stabilari lið, aftaná at arabisku íleggjarnir frá Abu Dhabi yvirtóku enska felagið.
Úrslitini á vøllinum hava verið vánalig, meðan rokið uttanfyri vøllin bara versnar. Brasilsku Elano og Jo hava saman við tí ísraelska spælaranum, Tal Ben Haim roynt at gjørt uppreistur ímóti venjaranum, Mark Hughes, og tað fær nú avleiðingar.
Manchester City hevur longu havt ein fund við hesar spælarnar, har teir hava gjørt vart við, at teimum hóvar ikki at verða Manchester City spælarar. Ein annar ónevndur spælari í hópinum hevur klagað Mark Hughes fyri nevndarformanninum, Gary Cook.
Ivasamt er um Mark Hughes sleppur at halda fram sum venjari hjá Manchester City. Úrslitini hava verið vánalig, og var botnurin náddur tá liðið tapti 0-3 ímóti Nottingham Forrest á heimavølli í FA Cup kappingini leygardagin. Hóast Manchester City hevur ta størstu fíggjarætlanina í Premier League, so eru teir kortini í stórum vanda fyri at flyta niður í næstbestu deildina.