Tað gekk ikki friðarliga fyri seg, tá FCK sunnudagin tryggjaði sær heitið sum danskur meistari.
Í vikuni hava donsku miðlarnir gjørt nógv burtur úr væntaða rokinum millum áskoðararnar, og tíverri tóktist sunnudagurin bert at prógva hetta.
Av politistøðini verður sagt, at megin parturin av fólkunum eru tikin fyri brot á politiviðtøkurnar. Løgreglan er annars væl fyrireikað til hendingarnar í dag. Sagt verður, at vaktarhaldið er hitt sama, sum tá Arsenal og Galatasary spældu eruopa-cup finalu í fjør.










