Fótbóltur
FIFA-forsetin, Sepp Blatter, er sjálvur úr Sveis, og hann var ikki mjúkur at strúka, tá søgurnar fóru at ganga um tað, sum fyrifórst eftir dystin í Turkalandi.
- Tað eru slíkar hendingar, sum gera meg í øðini. Tær hava einki sum helst at gera í fótbóltsheiminum, og tað er einki at ivast í, at talan verður um harðar revsingar, staðfesti FIFA-forsetin.
»Helviti á jørð« verður ofta sagt um áskoðarafjøldina, sum vitjandi liðini hitta í Istanbul, og tað er einki at ivast í, at sveisku landsliðsspælararnir heldur enn gjarna vilja sleppa undan Turkalandi, tá lutakastið til komandi EM-undankappingini verður í januar mánaði.
Tí tað, sum gekk fyri seg eftir dystin, var snøgt sagt bannað fyri børn. Sjálvandi fegnaðust sveisisku spælararnir, tá dómarin hevði blást fyri seinastu ferð. Men tað gingu bert fá sekund, áðrenn teir sóust rennandi móti spælaratunlinum.
Orsøkin var, at áskoðararnir tá vóru í holt við at tveita alskyns lutir á vøllin eftir spælarunum, men hóast spælararnir komu undir heilt, var ikki trygt fyri tað.
Talan gjørdist nevnliga um satt rok millum spælararnar hjá báðum liðunum. Og sambært sveisiska venjaranum, Jakob Kuhn, helt løgreglan seg heldur ikki aftur í bardaganum.
Ringast stóð til hjá Auxerre-verjuspælaranum, Stephane Grichting, sum noyddist á sjúkrahúsið, eftir at verða sparkaður. Men eisini Johan Vogel (AC Milan), Benjamin Huggel (Frankfurt) og málmansvenjarin, Erich Burgener, fingu smærri løstir.
Eftir dystin mátti sveisika landsliðið bíða í fleiri tímar í skiftirúmuninum, áðrenn tað varð mett ráðiligt hjá teimum at fara móti flogvøllinum.
Enn er ikki greitt, hvørja revsing talan verður um. Boðini úr FIFA eru tó, at hetta skal vera greitt, áðrenn sjálvt HM-lutakastið verður tann 9. desember.