-Tá vit komu á staðið, vóru í hvussu er 25 menn uppi í bardaganum, og vit máttu handtaka 10 teirra, sigur Mads Firlings, vaktarleiðari hjá løgregluni í Keypmannahavn, við danska kringvarpið.
Sum skilst byrjaði rokið umleið klokkan hálvgum fimm okkara tíð, og løgreglan var skjót á staðið og harafturat væl mannað.
Mads Firlings sigur við DR, at menninir, sum vóru í bardaga, hava tilknýti til tey kriminellu harkaliðini í høvuðsstaðnum. Fyribils heldur løgreglan kortini, at tað var av tilvild, at partarnir møttust júst í Kastrup.