Rok í býráðnum um avtalu við Fótbóltssambandið

Jógvan Arge var so hvassorðaður, at borgarstjórin átalaði hann

 - Hetta er ein ullint loysn!

 

Bæði Jógvan Arge, og Marin Katrina Frýdal, býráðslimir í Havn, eru rættiliga hvassorðað um ætlanina at leiga høli frá FSF til skúlastovur.

 

Tórshavnar Býráð hevur fingið semju við Fótbóltssambandið um at leiga høli í FSF-Húsinum til at hýsa níggjundu flokkunum í Kommunuskúlanum og Venjingarskúlanum.

 

Men tað eru ikki allir býráðslimir, sum eru so fegnir um hesa avtaluna, og orðini vóru ikki mjúk á býráðsfundi hóskvøldið, har leigimálið var til umrøðu.

 

Jógvan Arge heldur, at støðan er tann, at Fótbóltssambandið hevur bygt so dýrt, at tey noyðast at fáa ein leigara, og her er kommunan hent at hava. Hann heldur, at hetta er eitt dømi um, at tveir partar, sum eru farnir undir eitt byggjarí saman, men sum eru farnir at hálsfevnast nakað fast.

 

- Hetta ber brá av, at annar parturin skal fylla í pengakassan hjá hinum partinum, sigur hann.

 

Marin Katrina Frýdal følir seg drigna uppá tráð, tí hon vísir á, at upprunaliga skuldi leigan vera 32.000 krónur um mánaðin og samstundis hevði hon fingið trygd fyri, at kommunan fekk ikki fleiri útreiðslur av hesum. Men nú skal býráðið kortini játta 300.000 krónur til innbúgv av ymsum slagi.

 

Marin Katrina Frýdal sigur, at ein grundgeving fyri at flyta niðan í Gundadal, er at sjónleikarhúsið skal byggja út. Men tað er ein grungeving, hon heldur lítið um.

 

- Sjónleikarfelagið hevur ikki ráð at tetta lekar og tíansheldur hava tey ráð til at byggja nakað út.

 

Hon vísir samstundis á, at býráðið hevur longu lagt ótaldar milliónir til Tórsvøll og stadionøkið í Gundadali. Men hon heldur, at hetta vísir, at slangan frá Fótbóltssambandinum liggur enn oman í kommunukassan á Vaglinum.

 

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, sigur, at tá ið semja var um at lækka leiguna niður í 26.000 krónur um mánaðin, mátti býráðið ístaðin taka á seg at rinda fyri innbúgv.

 

 

Les meiri: FHS-Húsið verður nú eisini skúli

 

 

Eisini hon illneitast á samráðingarnar við Fótbóltssambandið.  Men hon heldur, at tað kunnu skúlabørnini ikki svíða fyri, og veruleikin er, at barakkirnar við Sjónleikarhúsið eru so vánaligar, at tað sømir seg ikki at hava skúlabørn gangandi har. Tí hevur býráðið at kalla einki val, uttan at taka av sáttmálanum við FSF.

 

Og hon vísir á at býráðið leigar frá øllum møguligum og tí heldur hon ikki, at tað er nakað løgið í at leiga frá FSF.

 

Jógvan Arge og Marin Katrina vísa á, at tað er nýtt, at grundgevingin nú er, at barakkirnar við Sjónleikarhúsið er so vánaligar.

 

- Eru tær í so ringum standi, at har er ikki verandi hjá børnum, er tað eitt stórt forsømilsi av býráðnum, at tær ikki eru hildnar, staðfestir hann.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri heldur, at ákæran frá Jógvan Arge, um ein fíggjarligan samanvavstur ímillum FSF og Býráðið, er grov.

 

- Hon er so grov, at tað verður átalað, sigur borgarstjórin.

 

Eisini Helena Dam á Neystabø helt, at hetta hevur ikki nakað við nakað samansvørjing at gera, tí hetta snýr seg bara um at útvega skúlabørnum góðar umstøður at ganga í skúla.

 

Jógvan Arge fekk eisini skotið í skógvarnar, at hann hevði tikið undir við allari byggingini í Gundadali, tí hann hevði verið limur í bygginevndini fyri Tórsvøll.

- Men nú sær út til at hann er farin undir eina krossferð og at venda øllum bakið, hann sjálvur annars hevur stuðlað alla tíðina, heldur Helena Dam á Neystabø.

 

Jógvan Arge afturvísti, at hava havt nakað at gera við byggingina av sjálvum FSF húsinum, tí tann partin hevur FSF avgjørt einsamalt. Og leigumálið ímillum FSF og Býráðið hevur ikki verið til umrøðu í nevndini, segði hann.