Rok í Beograd

Bróður albanska forsætisráðharran er handtikin í Beograd undir illgruna fyri at vera tann, sum elvdi til rokið í EM-dystinum Serbia-Albania i gjárkvøldið.

Bróður albanska forsætisráðharran er handtikin í Beograd undir illgruna fyri at vera tann, sum elvdi til rokið í EM-dystinum Serbia-Albania i gjárkvøldið.

 

Dómarin, Martin Atkinson bríkslaði dystin av, eftir at rokið byrjaði umleið fýra minuttir undan steðginum í EM-dystinum í Beograd.

 

Almenna serbiska sjónvarpið endurgevur landsins innlendismálaráðharra fyri at siga, at Olsi Rama - bróður Edi Rama, forsætismálaráðharra - er undir illgruna fyri at hava provokerað rokið frá sínum plássið í VIP-økinum.

 

Dronan kom inn yvir vøllin, og undir henni hekk ein bannari við millum øðrum albanska flagginum. Sambært AP var eisini eitt kort av sonevnda »Stór-Albania«, har Kosovo skuldi verða ein partur av.

 

Kosovo segði seg í 2008 sjálvstøðugt, eftir at hava verið ein partur av Serbia.