Umleið 40.000 fólk eru í kvøld í gøtunum í hvítarussiska høvuðsstaðnum, Minsk, har tey mótmæla forsetanum, Alexander Lukasjenko. Forsetaval hevur verið í Hvítarusslandi í dag, og mótmælini byrjaðu, tá valhølini lótu aftur.
Andrej Sannikov, sum er eitt av valevnunum hjá andstøðuni, segði í einari røðu í miðbýnum í Minsk, at einaræðið hjá Lukasjenko fer at fella.
-Tað var her á Frælsistorginum, at Hvítarussland fekk sjálvstýri, og í dag fellur einaræðið hjá Lukasjenko her á sama staði, segði Sannikov.
Myndugleikarnir høvdu mælt fólki frá at mótmæla í sambandi við valið, og trygdarmenn bóðu fólk fara til hús. Men fólk vildu ikki gera eftir boðunum, og tíðindastovurnar skriva, at mótmælisfólk hava hótt við at søkja at tjóðartinginum.