Rok hjá Liverpool

Tað spældi alt annað enn friðarligt av, tá Liverpool var í Portugal, har teir fyrireika seg til Champions League dystin móti Barcelona. Millum annað endaðu Craig Bellamy og John Arne Risse hálva vegna í bardaga, og eisini vilja miðlar vera við, at málverjin, Jerzy Dudek, varð tikin av løgregluni. Rafael Benitez, venjari, vil ikki gera ítøkiliga viðmerkingar til hendingarnar. Men hann staðfestir, at hann hevur gjørt spælarunum púrasta greitt, at tað fylgir ein ábyrgd við, tá spælt verður fyri eitt siðvant felag. Og í morgun varð bótin eisini ásett. Craig Bellamy, Robbie Fowler, Jermaine Pennant og Jerzy Dudek fingu nevnliga allir bót frá venjaranum.