Víkingur var bara ein minutt frá at fáa sín fyrsta sigur í ár, tá teir fríggjakvøldið vitjaðu í Gundadali. Víkingur var á odda 2-1 líka til seinasta minuttin í dystinum. Tá valdi dómarin, Rúni Gaardbo, at bríksla fyri brotssparki til heimaliðið. Á sjónvarpsmyndunum er tað torført at fáa eyga á brotssparkið, sum fekk øði í spælarar og venjarar hjá Víkingi.
- Hetta er vandvittigt. Tað seinasta brotssarkið er at geva B36 eitt stig og tað finni eg meg ikki í, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi.
Sigfríður var ónøgdur við dømingina sum heild eisini.
- Hetta var undir alt lámark allan vegin ígjøgnum. Eg føli tað soleiðis, at vit fáa eitt brotsspark í fyrra hálvleiki. Restina av hálvleikinum dømir hann bara til teir fyri at viga upp í móti brotssparkinum. Guðhjálpi tú meg um hann ikki eisini gevur teimum eitt brotsspark móti endanum fyri at gera tað fultkomið havi eg hug at siga, sigur Sigfríður Clementsen.
Sigfríður ásannar eisini, at hansara lið skuldi havt avgjørt dystin við øllum teimum møguleikunum, ið teir høvd.
- Við tí dómaranum sum vit hava í dag, so royndu bæði liðini at spæla fótbólt. Eg haldi vit skapa nokk av møguleikum at vinna dystin, leggur Sigfríður Clementsen afturat.
Eisini Súni Olsen var í øðini um avrikið hjá dómaranum.
- Eg haldi tað var ein annar maður, sum bleiv matchvinnari í dag. Tað sigi eg bara stutt og greitt. Tað vísir seg, at tá ávísir døma, so blívur tað ikki til fótbólt. Tú kanst ikki røra við hvøn annan og tað má onkur taka upp. Hetta er ein skandala, sigur Súni Olsen.
Víkingur uttan sigur
Víkingur var samanlagt omaná leikliga. Teir skaptu fleiri málmøguleikar og seinastu løtuna sat tú ikki við eini kenslu av, at B36 megnaði at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið. Tí var neyðugt við onkrari tilfeldigheit ella onkrum einmansavrikið.
Víkingur fekk eisini eitt mál kolldømt í seinna hálvleiki, og tað var Sigfríður heldur ikki samdur í. Tað málið kundi havt avgjørt dystin. Í B36 kenna tey á sær, at tað vóru fleiri møguleikar at bríksla fyri brotssparki til B36 gjøgnum dystin.
Víkingur hevur nú eitt stig aftaná tríggjar dystir. Tað eru væl færri enn teir helst høvdu ætla sær.
trondur@sosialurin.fo
Sigfríður vísti mittasta fingur
Sigfríður Clementsen í vanda fyri at fáa bann frá Fótbóltssambandinum. Orsøkin er ósømiligur atburður í samband við dystin í Gundadali. Sambært keldum hjá Miðlahúsinum, so stendur í dómarafrágreiðingini, at Sigfríður vísti fingurin mótvegis einum av dómarunum.
Hetta brotið stendur til at geva tveir dystir leikbann. Kappingarnevndin hevur váttað fyri Sosialinum, at eitt mál er komið inn um atburðin hjá venjaranum hjá Víkingi í dystinum móti B36.