Rok á Sandi

Tað hevur ikki verið so lítið rok á Sandi, nú grind hevur lagt beinini. Løgreglan hevur handtikið nøkur Sea Shepherd-umboð, og sagt verður, at tveir ella tríggir bátar við manning eisini eru tiknir.

Tað hevur ikki verið so lítið rok á Sandi, nú grind hevur lagt beinini. Løgreglan hevur handtikið nøkur Sea Shepherd-umboð, og sagt verður, at bátar við manning eisini eru tiknir.

 

Sum skilst av Sandi, royndu nøkur Sea Shepherd-fólk at órógva sjálvt grindadrápið, og hesi eru handtikin - eini fimm ella seks í tali - og verða flutt við tyrlu til Havnar.

 

Av Sandi verður eisini sagt, at løgreglan hevur tikið einar tveir ella tríggjar bátar við manning úti á vánni, men hesi tíðindi eru enn ikki váttað.

 

Løgreglan, sum er á Sandi, sigur, at millum 34 og 36 hval hava lagt beinini nú seinnapartin, og eftir hvat skilst, gekk drápið bæði skjótt og væl.