Ein hjálpardómari hevur stolið yvirskriftirnar í dystinum millum Liverpool og Arsenal í gjár. Tá tað bleiv bríkslað til hálvleik ætlaði vinstri bakkurin hjá Liverpool, Andrew Robertson, at siga nøkur orð við annan hjálpardómaran, men endaði við at fáa ein alboga í andlitið.
Dómarafelagið, Professional Game Match Officials Limited, boðaði eftir dystin frá hendingin fór at verða eftirkannað. Í dag boðar PGMOL frá, at Constantine Hatzidakis ikki verður at síggja á síðulinjuni til nakran dyst, meðan málið verður kannað.
Ein orsøk til, at málið hevur fingið so stóra umrøðu er, at Alexander Mitrovic hjá Fulham fekk heilar átta dystir leikbann, fyri at skumpa til ein dómara. So hvat skal revsingin verða, tá ein hjálpardómarin ger nakað líknandi við ein spælara.
Fleiri viðmerkjarar hava eisini havt sítt at siga. Ein fyrrverandi dómarin, Keith Hackett, sigur eg ikki síggja hvussu hendingin upp á nakran máta kann verjast. Fyrrverandi áleyparin, Chris Sutton, heldur fyri at hjálpardómarin má bannast, meðan Roy Keane kallaði Andrew Robert fyri eitt grenj.











