Rói vann seg á annað plássið - Brandur vann seg úr botninum

Talan gjørdist um eitt gott kvøld hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld

Rói Berg Hansen skoraði fýra mál fyri lið sítt, HØJ sum á heimavølli vann greiðan 35-27 sigur á FIF. HØJ hevði tó sítt hoyggj við FIF í fyrra hálvleiki. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16, men í seinna hálvleiki var HØJ greitt betra liðið.

 

Sigurin merkir, at HØJ nú er næstovast í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, eitt stig frammanfyri Sydhavsøerne og tvey stig frammanfyri Grindsted. 

 

Komandi leygardag klokkan 14 verður føroyingauppgerð í Tønder millum Tønder og HØJ.

 

Brandur Halgirsson skoraði trý mál tá hann og liðfelagarnir í Ajax vunnu ein sera týðandi 32-25 heimasigur á HEI Skæring. Í steðginum var Ajax á odda 18-14.

 

Sigurin lyfti Ajax uppá 6. plássið har teir hava 19 stig. Seks stig eru niður til beinleiðis niðurflytingarplássið.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18.30 spælir Ajax heimadyst móti Otterup, ið hevur trý stig færri enn Ajax.

 

Støðan: 

 

 

 

Nr.Lið: DystirStig
1HC Midtjylland1833
2HØJ 1828
3Team Sydhavsøerne1927
4Grindsted GIF1926
5IK Skovbakken1921
6Ajax 1919
7Odder 1816
8HEI Skæring1816
9Otterup HK1916
10TM Tønder 1914
11FIF1913
12Roskilde 1913
13Vendsyssel1811
14HC Odense187