Tá danska undirhaldssendingin Voice Junior var á TV2 fríggjakvøldið, var føroyski Rói W. Ólavson at síggja.
Talan er um eina sangkapping, sum er ætlað børnum, og hesaferð vóru børnini í aldrinum átta til 14 ár.
Øll gjørdu tey sítt besta á pallinum fyri at fáa teir tríggjar dómararnar Wafande, Oh Land og Joe Moe til at snara stólinum. Sendingin fríggjakvøldið var tann seinasta av tilsamans sokallaðum blind-auditions, áðrenn kappingin av álvara byrjar næsta fríggjakvøld.
Rói W. Ólavson, ið er sonur Ólav W. Høgnesen og Rúnu P. Høgnesen, sang kenda lagið hjá Bruno Mars “Just the way you are”, men tíverri slap hann ikki gjøgnum nálareygað.
Sosialurin skrivaði seinasta ár um Róa W. Høgnesen, sum hevur úr at gera sum barnamodell í Danmark, har hann er knýttur at modellstovuni Little People.
Til ber at síggja framførsluna hjá 10 ára gamla Róa W. Høgnesen í Voice Junior við at trýsta her