Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby vunnu seg í dag víðari í svensku steypakappingini.
Hallby spældi í dag triðja og seinasta dystin í innleiðandi bólkaspælinum móti Enköping á útivølli.
Tað eydnaðist Hallby at vinna ein tepran 29-28 sigur, og harvið endar Hallby næstovast í innleiðandi bólki 7.
Hallby verður sostatt millum tey 16 liðini, ið hava vunnið seg í áttandapartsfinalurnar.
Rói skoraði trý mál fyri Hallby í dag.
Hallby spælir fyrsta dystin í bestu svensku deildini hetta kappingarárið á heimavølli 16. september. Tá kemur svenska meistaraliðið, Kristianstad á vitjan í Jönköping.