Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby tóku í kvøld móti Guif Eskilstuna í innleiðandi bólkaspælinum í svensku steypakappingini.
Eskilstuna vann ein sannførandi 28-23 sigur.
Tað gekk av skriðuni hjá Hallby í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Eskilstuna á odda 16-8.
Rói skoraði trý mál fyri Hallby í kvøld.
Komandi leygardag spælir Hallby triðju og seinasta dystin í innleiðandi bólkaspælinum á útivølli móti Enköping. Vinnarin av dystinum vinnur seg víðari til áttandapartsfinalurnar.
Eskilstuna er fremst í bólkinum við fýra stigum. Hallby og Enköping hava tvey stig hvør. Troja er aftast í bólkinum við ongum stigi.