Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ gera nú klárt til enn eitt kappingarár í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Í kvøld spæld HØJ dyst í donsku steypakappingini móti toppliðnum úr bestu deildini, GOG.
GOG livdi væl og virðiliga upp til stóra favorittleiklutin og vann dystin greitt 37-26. Í steðginum var GOG á odda 19-13.
Tað eydnaðist Róa at skjóta eitt mál í kvøld.
Fyrsti dysturin hjá Róa og liðfeløgunum í næstbestu donsku deildini hetta kappingarárið verður 2. september.
Tá tekur HØJ móti Roskilde á heimavølli.











