Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ spældu í dag á útivølli móti Rógva Dal-Christiansen og hansara liðfeløgum í Roskilde í dysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Roskilde liggur aftast í deildini meðan HØJ er millum toppliðini.
Tað sást ikki í dag, tí Roskilde vann dystin 24-20. Í steðginum var Roskilde á odda 14-8.
Rói skoraði eitt mál fyri HØJ í dag. Rógvi var ikki millum málskjúttarnar hjá Roskilde.
HØJ eru farnir nakað eftir hæli aftaná góðu byrjanina uppá kappingarárið. HØJ er nú nummar trý í deildini við 18 stigum. Tó er bert eitt stig upp til Ringsted, ið er fremst í deildini við 19 stigum.
Roskilde er aftast í deildini við sjey stigum. Tó eru bert tvey stig upp til fjórðaftasta plássið, ið gevur eitt nýtt kappingarár í deildini aftaná lokið kappingarár. Har liggur Otterup við níggju stigum.
Komandi leygardag spælir HØJ heimadyst móti liðnum hjá Leivi Mortensen og Jónasi G. Djurhuus, FIF. Dagin fyri spælir Roskilde á útivølli móti Otterup.











