Rói og HØJ taptu aðru uppflytingarfinaluna

Støðan í uppflytingarfinalunum er nú 1-1 millum Grindsted og HØJ

Føroyski landsliðsspælarin, Rói Berg Hansen skoraði tvey mál tá hann og liðfelagarnir í HØJ fyrr í dag taptu aðru uppflytingarfinaluna í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Heimaliðið, Grindsted vann dystin 31-29. Grindsted var á odda 15-13 í steðginum.

 

Støðan í uppflytingarfinalunum er nú 1-1 millum Grindsted og HØJ. HØJ vann fyrstu uppflytingarfinaluna á heimavølli 28-22 (12-9).

 

HØJ hevur heimavøll í triðju uppflytingarfinaluna, ið verður leikt komandi leygardag klokkan 13.