Rói Kalsø nýggjur stjóri hjá JT electric

JT electric er veitari av vørum og tænastum til alivinnuna, og í útheiminum er fyritøkan best kend fyri sítt framkomna trolkamera.

Hin 1. januar 2014 tekur Rói Kalsø við sum nýggjur stjóri í fyritøkuni á Kambsdali, JT electric.

 

Rói, sum kemur úr einum starvi á Magn sum retail-leiðari, tekur við eftir Heðin Poulsen, sum hevur verið stjóri í fyritøkuni seinnu árini.

 

Ólavur Thomsen, sum hevur røtur í fyritøkuni, váttar yvirfyri in.fo, at nýggi stjórin er Rói Kalsø.

 

JT electric er ein spennandi, innovativ fyritøka, sum arbeiðir við menning, framleiðslu og sølu av vørum og tænastum, bæði til føroyska marknaðin, men eisini til nógv ymisk lond kring um heimin.

 

Høvuðsvirksemið hjá JT electric er veitan av vørum og tænastum til alivinnuna í Føroyum, og í útheiminum er fyritøkan helst best kend fyri sítt framkomna trolkamera.

 

JT electric húsast í nýggjum virkisbygningi á Kambsdali.