B36 skrivar soleiðis:
Lámi verjuspælarin hevur spælt fyri barndómsfelagið øll ungdómsárini, og seinastu árini hevur Rói verið fastur fúsur á okkara næstbesta liði.
Góðu fótbóltsevnini og stóra B36-hjartað kunnu ikki sigast at koma frá fremmandum. Bæði pápi hansara, Jens Kristian Hansen, og pápabeiggi hansara, Tummas Eli Hansen, hava verið drúgvir og trúgvir bæði á vøllinum og uttan fyri vøllin, og mamman, Frida Mellemgaard, hevur eisini tikið mong tørn fyri felagið.
Hjartaliga til lukku við sáttmálanum, Rói, skrivar B36.