Rói fekk sítt gjøgnumbrot

Rói Berg Hansen úr Neistanum er ársins stjørnuskot hjá monnum

Tað var ikki eins upplagt hjá monnum, hvør skuldi hava heiðurin sum ársins stjørnuskot, sum tað var tað hjá kvinnunum.

 

Tá avtornaði fall valið tó á Róa Berg Hansen úr Neistanum, sum hevur verið sera sjónligur í nógvum dystum. Ikki minst takkað verið ferðina og góðu avslutningunum frá veinginum.

 

Teir báðir, sum komu honum á baki, vóru Kjartan Johansen og Pætur Johansen.