Rógvi Poulsen flutti í summar til Danmark at lesa, men kom heim til ávísar dystir fram til kappingarenda fyri AB. Nú hann er í Danmark venur hann við B1908, sum spælir í 2. Division Øst.
B1908 hevur mist nakrar spælarar og tí leitar felagið eftir styrki.
- Tí er tað týdningarmikið, at vit fáa nakrar spælarar inn, sum eru góðir og passa inni í hópin, sigur Brian Hasseriis, ítróttarstjóri hjá B1908, við bold.dk
Komandi tríggjar vikurnar verður Rógvi Poulen vigaður. Rógvi hevur spælt við AB og HB í Føroyum, umframt at hann hevur vant við Crew Alexandra í eitt longri tíðarskeið, tó uttan at tað bleiv til sáttmála.