Rógvi skal hava nýggjan venjara

Felagið hjá Rógva Baldvinsson skal hava nýggjan venjara í næstum

Rógvi Baldvinsson, sum seint í summar skifti til danska felagið, FC Fredericia, skal í næstum hava nýggjan venjara.

 

Tað gjørdist greitt í dag, tá fyrrverandi venjarin hjá Fredericia, Ove Pedersen, tók yvir sum venjari í Superliga felagnum, Hobro.

 

Tað er ikki greitt enn, hvør verður nýggjur venjari hjá FC Fredericia. Tað verður ikki greitt fyrrenn aftaná nýggjár, tá FC Fredericia fer at seta nýggjan høvuðsvenjara.

Fram til tá verður verandi hjálparvenjarin, Morten Dahm Kjærgaard, fyribilsvenjari í felagnum.

 

FC Fredericia hevur ein dyst eftir, áðrenn felagið fær vetrarsteðg. Hann verður spældur leygardagin, tá Fredericia spælir á heimavølli móti Lyngby.