Rógvi siglir sín egna sjógv

Í kvøld øktist frástøðan frá oddafiskinum og aftur til teir næstu uppaftur meiri

Tað skal vilja verri enn illa til hjá Rógva Egilstoft Nielsen, um hann ikki leygardagin fer at fáa handað FM steypið. Eftir at seinna umfarið henda stóra mikudagin í FM talvi fyri einstaklingar er av, er tað greitt, at Rógvi er einsamallur á odda, og at frástøðan frá honum og aftur til næsta avbjóðaran er 1 ½ stig. Tað er nógv – rættiliga nógv – tá ið tað resta trý umfør.

 

Toppdystur var í kvøld millum teir báðar sandavágsmenninar Rógva Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson. Rógvi vann sera sannførandi við hvítum, og harvið eru tað nú tvey stig millum teir báðar.

Carl Eli Nolsøe Samuelsen, sum eisini umboðar Sandavágs Talvfelag, telvaði remis ímóti Finnbjørn Vang. Harvið er Carl Eli næstfremstur – hálvtannað stig aftanfyri Rógva.

 

Hans Kristian Simonsen og Torkil Nielsen telvaðu remis, og hálva stigið ber við sær, at Hans Kristian togaði seg upp á triðja plássið – undir liðina á Silas Eyðsteinsson – og tvey stig aftanfyri Rógva E. Nielsen.

Høgni Egilstoft Nielsen fekk við hvítum fult ímóti Sjúrði Thorsteinsson, og Martin Poulsen vann við svørtum ímóti Tummasi Martin Sólsker.

 

Hjá Martini Poulsen, sum áður hevur vunnið FM tríggjar ferðir – í 2003, 2004 og 2006 – og Høgna Egilstoft Nielsen, sum vann FM í 2014, gekk tað striltið fyrstu umførini. Við sigrunum í kvøld hava teir togað seg upp á 3 stig og harvið 50 prosent í úrtøku.

 

Støðan eftir seks umfør: Rógvi Egilstoft Nielsen 5 ½ stig, Carl Eli Nolsøe Samuelsen 4 stig, Silas Eyðsteinsson og Hans Kristian Simonsen 3 ½ stig, Høgni Egilstoft Nielsen, Torkil Nielsen og Martin Poulsen 3 stig, Sjúrður Thorsteinsson 2 stig, Finnbjørn Vang 1 ½ stig og Tummas Martin Sólsker 1 stig.

 

Skírisdag verður sjeynda umfar klokkan 14.00:

Martin Poulsen – Hans Kristian Simonsen

Silas Eyðsteinsson – Tummas Martin Sólsker

Sjúrður Thorsteinsson – Rógvi Egilstoft Nielsen

Carl Eli Nolsøe Samuelsen – Høgni Egilstoft Nielsen

Torkil Nielsen – Finnbjørn Vang