Rógvi og Roskilde halda jól á aftasta plássinum

Roskilde tapti botnuppgerð á útivølli

Rógvi Dal-Christiansen og liðfelagarnir í Roskilde koma at halda jól og nýggjár á aftasta plássinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Roskilde spældi í kvøld botnuppgerð móti Otterup á útivølli.

 

Otterup vann dystin 28-24. Í steðginum var Otterup á odda 14-10. Tað gekk frægari hjá Roskilde í seinna hálvleiki, men ikki nóg væl til at venda dystinum. 

 

Rógvi skoraði trý mál fyri Roskilde.

 

Roskilde er aftast í deildini við bert sjey stigum. 

 

Roskilde spælir ikki aftur fyrrenn 22. januar. Tá kemur oddaliðið, Ringsted á vitjan í Roskilde.