Rógvi og Meinhard taptu við liðum sínum

Talan gjørdist um ein slakan dag hjá føroyingaliðunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini

Hetta gjørdist ein slakur dagur hjá føroyingaliðunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Rógvi Baldvinsson og liðfelagarnir í Bryne taptu stórt á heimavølli 1-5 fyri greiða oddaliðnum, Brann Bergen. 

 

Bryne fekk eina dreymabyrjan, tá Siguard Grønli legði Bryne á odda 1-0 longu í sætta minutti. Men tá ein hálvur tími var farin var Brann á odda 3-1, og liðið úr Bergen økti leiðsluna við tveimum málum í seinna hálvleiki. 

 

Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen taptu 1-2 fyri Kongsvinger á útivølli. Mjøndalen fekk pyntað um úrslitið fyrrenn í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. 

 

Gullbrandur Øregaard slapp ikki á vøllin fyri Sandnes ULF, ið á útivølli leikti javnleik 1-1 móti Raufoss. 

 

Sandnes er triðfremst í deildini við 32 stigum. Mjøndalen er nummar átta við 27 stigum, og Bryne er fjórðaftast við 16 stigum.