Tað var sera spennandi kapping millum Afturelding, Fram og Gróttu um hvørt av teimum trimum fór at tryggja sær áttanda plássið í grundspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, og harvið fylgja Vali, Haukum, ÍBV, FH, Selfossi, Stjørnuni og KA í endaspælið um íslendska meistaraheitið.
Rógvi Dal-Christiansen skoraði eitt mál og tók sum vant nógv tøk í verjuni tá lið hansara vann ein væla 26-23 sigur á Afturelding á útivølli. Undan dystinum hevði Afturelding 19 stig og málúrtøkuna minus níggju mál. Fram hevði 17 stig og málúrtøkuna minus 11 mál. Fram var á odda 15-12 í steðginum.
Sigurin hjá Fram merkir, at bæði Afturelding og Fram endaðu á 19 stigum, men Fram hevur minus átta mál og Afturelding hevur minus 12 mál. Grótta sum eisini endaði á 19 stigum hevur eisini minus 12 mál.
Grótta vann 33-28 á KA. Allan Norðberg skoraði eitt mál fyri KA. Nicholas Satchwell í KA-málinum bjargaði 29 prosent av royndunum hjá Gróttu. Í steðginum var Grótta á odda 18-14.
Øll trý føroyingaliðini, Fram, KA og ÍBV, ið hevur Dánjal Ragnarsson í hópinum hava vunnið seg í endaspælið og skulu spæla fjórðingsfinalur aftaná páskir.
Dysturin millum KA og ÍBV, ið ikki hevur stóran týdning er einasti dystur sum manglar at vera spældur í grundspælinum.
Endaliga støðan í grundspælinum (Ein dystur millum HK Og ÍBV manglar):
| Lið: | Dystir | Málmunur | Stig |
| Valur (Víðari til endaspælið) | 22 | 652:556 | 34 |
| Haukar (Víðari til endaspælið) | 22 | 671:615 | 34 |
| ÍBV (Víðari til endaspælið) | 21 | 645:631 | 29 |
| FH (Víðari til endaspælið) | 22 | 619:568 | 29 |
| Selfoss (Víðari til endaspælið) | 22 | 612:598 | 26 |
| Stjarnan (Víðari til endaspælið) | 22 | 638:626 | 24 |
| KA (Víðari til endaspælið) | 22 | 603:630 | 20 |
| Fram (Víðari til endaspælið) | 22 | 609:617 | 19 |
| Grótta | 22 | 615:617 | 19 |
| Afturelding | 22 | 598:610 | 19 |
| HK | 21 | 549:615 | 6 |
| Víkingur | 22 | 515:643 | 3 |










