Rógvi Nybo setir sundalagsstevnu í kvøld

Hósvíkar Róðrarfelag og Bygdafelagið Varðin syrgja fyri, at bæði bygdafólk og stevnugestir annars fáa eitt gott og hugnaligt vikuskifti í Hósvík.

 

Um vikuskiftið er sundalagsstevna í Hósvík, og í morgin verður FM-kappróður á skránni. Er tað nakað, tey í Hósvík duga væl, so er tað at skipa og samskipa tiltøk í bygdini.

 

Í bygdini hava tey virkið róðrarfelag, bátafelag og bygdafelag.

 

Í Sunda kommunu takka tey fyrireikarunum í Hósvík fyri, at tey hava lagt stevnutiltakið væl til rættis, og fyrireikararnir av stevnutiltakinum eru Hósvíkar Róðrarfelag og Bygdafelagið Varðin.

 

Eitt slíkt stevnutiltak krevur, at nógv skal lyftast og samskipast, og her eru nógvar hendur til arbeiðis, áðrenn alt er komið uppá pláss. Tað er serliga kappróðurin, sum verður í morgin, ið fyllir nógv, og her skulu nógv tøk takast, áðrenn seinasti róðurin er rógvin. 

 

Hósvíkar Róðrarfelag og Bygdafelagið Varðin syrgja fyri, at bæði bygdafólk og stevnugestir annars fáa eitt gott og hugnaligt vikuskifti í Hósvík. Skráin fyri sundalagsstevnu byrjaði longu hóskvøldið við hugnaligum tiltøkum í bygdini.   

 

##med2##

 

Í kvøld klokkan 19 verður sundalagsstevna alment sett. Tað verður Rógvi Nybo, býráðslimur í Sunda kommunu, sum fer at seta stevnuna, og Janus Trygvason fer at skipa fyri felagssangi.

 

Í kvøld verður eisini grillhugni við róðrarneystið, har pylsur og annað verður selt. Barnadiskotet verður í bygdahúsinum – fyrst fyri børnum úr 1.-5. flokki frá klokkan 19-21 og síðan fyri børnum í 6. flokki og eldri frá klokkan 21 til á midnátt. 

 

Leygardagurin verður hin stóri dagurin á sundalagsstevnu, har størsta tiltakið sjálvsagt er kappróðurin, og her byrjar skráin longu klokkan 9 um morgunin. Seinast á skránni í Hósvík leygarkvøldið verður dansur í bygdahúsinum, sum byrjar á midnátt og varar til klokkan 04.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, verður gjørt burtur úr sundalagsstevnu.

 

 

 

 

 

Rógvi Nybo, býráðslimur í Sunda kommunu.