Tað gjørdist eitt misjavnt kvøld hjá teimum trimum føroyingunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í kvøld.
Meinhard E. Olsen var á vøllinum í 88 minuttir, tá hann og liðfelagarnir í Mjøndalen taptu fimtu dystin á rað í deildini. Í kvøld tapti Mjøndalen 1-2 fyri Raufoss á útivølli.
Markus Nakkim legði Mjøndalen á odda 1-0 tá seks minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Í 71. minutti javnaði Raufoss, og bert seks minuttir seinni skoraðu teir sigursmálið.
Mjøndalen er nú nummar seks í deildini við 22 stigum. Fimm stig eru upp til annað plássið, ið gevur beinleiðis uppflyting eftir lokið kappingarár.
Rógvi Baldvinsson leikti allan dystin fyri Bryne, ið leikti javnleik 1-1 móti Kongsvinger á heimavølli. Bjarne Langeland legði Bryne á odda beint undan steðginum. Ólukkutíð fyri Bryne javnaði Kongsvinger til 1-1 seks minuttir inni í tíðini, ið dómarin hevði lagt aftrat.
Bryne er fjórðaftast í deildini við 10 stigum. Fýra stig eru niður til niðurflytingarstrikuna.
Gullbrandur Øregaard slapp á vøllin fyri Sandnes ULF móti dystarenda, tá Sandnes vann 3-1 móti Grorud á útivølli.
Sandnes hevur 22 stig á fimta plássi, sama stigatal sum Mjøndalen.