Rógvi heldur fram í EB/Streymi

Alt bendir á, at verjuspælarin heldur fram í sundalagnum

Rógvi Egilstoft Nielsen hevru verið settur í samband við feløg sum B36 og Skála, men nú tykist fyri vist, at hann hevur tikið avger um at halda fram í sundalagnum við EB/Streymi.

 

Rógvi Egilstoft Nielsen hevur verið ein stórur partur av liðnum hjá EB/Streymi, síðan hann kom til felagið undan kappingarárinum. Hann hevur spælt við í 24 av dystunum í landskappingini.

 

In.fo hevur sett Rógvi í samband við eitt skifti til bæði Skála og B36. Nú tykist fyri vist, at Rógvi Egilstoft Nielsen í kvøld skrivar nýggjan sáttmála við EB/Streym, sum eisini hevur til komandi ár tryggjað sær Gunnar Zachariasen, Arnar Dam og Niels Paula Danielsen, umframt at Pól Jóhannus Justinussen kemur úr NSÍ.

 

Levi Hanssen hevur skift til HB, meðan Pætur Dam Jacobsen tykist verða stóra ivamálið. Hann er sum skilst á veg til Skála.