Rógvi: Frederikstad hevur skotið gullfuglin

Rógvi Baldvinsson metir, at Frederikstad hevur gjørt eitt framúr gott val av høvuðsvenjara

- Um hetta er veruleiki, so hevur Frederikstad FK skotið gullfuglin. Mikkjal Thomassen er ein sera dugnaligur venjari, ið fer at seta síni spor í felagnum.

 

Orðini eigur Rógvi Baldvinsson á Twitterkonto sínari.

 

Rógvi er føroyskur landsliðsleikari sum er vaksin upp í Noregi, og spælir við Bryne í somu deild sum Frederikstad, OBOS-liguni sum er tann næstbesta deildin.

 

Rógvi hevur ofta verið viðmerkjari hjá norska TV2, og hevur eitt gott innlit í bæði føroyskan og norskan fótbólt. 

 

Við Mikkjali Thomassen við róðrið í Frederikstad, og við Meinhard E. Olsen í Mjøndalen, Rógva Baldvinsson í Bryne, Jann Benjaminsen í Hødd, og Gullbrandi Øregaard í Sandnes ULF verður tað eyka spennandi hjá okkum føroyingum at fylgja við næstbestu norsku fótbóltsdeildini komandi ár.