- Eg fari við hesum at takka fyri meg sum borgarstjóri í Eiðis kommunu. Tað var ein stórur heiður at gerast yngsti borgarstjóri í landinum fyri eina av bestu kommunum. Hetta hevur verið ein spennandi og lærurík tíð, sum eg eri sera glaður og takksamur fyri.
Soleiðis skrivar Rógvi Egilstoft á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu í dag.
- Eftir at hava verið í barsil í eina tíð, havi eg hugsað nógv um, hvussu eg skal gera síðsta hálvtannað árið av borgarstjórasetanini. Privat viðurskifti gera, at eg verið nógv uttanlands hesa tíðina. Hetta og onnur viðskifti gera, at eg ikki klári at røkja starvið, so væl, sum starvið hevur uppiborið.
Rógvi Egilstoft vísir á, at vit ofta síggja, at politikkarar halda sínar sessir, sjálvt um tað var best, at teir takkaðu fyri seg.
- Onkur vil sikkurt siga, at tað er respektleyst at siga ein tílíkan og umráðandi sess frá sær, sum tað er at vera borgarstjóri í Eiðis kommunu. Eg haldi, at tað er meira respektleyst at sita í sessinum, tá tú metir, at tú ikki fært røkt hann til fulnar.
Og nú fyrrverandi borgarstjórin heldur fram:
- Tað hevur verið ein heiður at hava verið borgarstjóri fyri Eiðis kommunu. Onkrar avgerðir hava verið rættar, aðrar hava verið minni rættar, men eg havi til eina og hvørja tíð gjørt mítt allarbesta, kommununi og borgarunum at frama.
Rógvi Egilstoft nýtir eisini høvi at takka øllum, sum á ein ella annan hátt hava hjálpt honum í borgarstjórastarvinum.
- Takk til tykkum veljarar og bygdaráðið, sum góvu mær møguleikan at gerast borgarstjóri. Takk til tykkum, sum hava givið góð ráð, og sum hava hjálpt til, tá tað hevur staðið á. Takk til tykkum øll, sum gera tað liviligt og skapa góðan trivna í kommununi.
Ungi maðurin endar sína tøkk við hesum orðum:
- Tað er einki at ivast í, at fólkið, sum her býr, hevur skapt eina av bestu kommunum í landinum. Til endans skal eg takka tykkum, sum standa mær nærmast. Uttan tykkara hjálp og tolsemi, hevði tað als ikki borið til, sigur Rógva Egilstoft.
Í Eiðis kommunu takka tey honum fyri tíðina og ynskja Rógva blíðan byr framyvir.
Meðan Rógvi Egilstoft hevur verið í farloyvi, hevur Annsy Høghamar røkt borgarstjórastarvið í Eiðis kommunu.