Tvey tey seinastu árini er FM heitið í talvi fyri einstaklingar endað í sama húsi í Sandavági. Í kvøld er tað nógv, sum bendir á, at FM heitið aftur í ár endar undir sama taki har vesturi. Í fyrraárið vann Rógvi Egilstoft Nielsen FM. Í fjør vann yngri beiggi hansara, Høgni Egilstoft Nielsen, FM heitið, og í løtuni er Rógvi stórfavorittur at vinna FM heitið fyri aðru ferð.
Í dag vann Rógvi E. Nielsen í fjórða umfari við svarta fólkinum á Eyðuni Nolsøe, sum annars hevur staðið seg væl í fyrsta partinum av kappingini. Í miðspælinum vann Eyðun ein kvalitet, tá ið Rógvi læt annan rókin fyri bisp. Men Rógvi var tryggur og miðvísur, og tá ið Eyðun legði kongin eftir 36 leikir, var støðan hjá Rógva við svarta fólkinum væl betri, enn hon var hjá mótstøðumanninum.
Sigurin varð serliga søtur hjá Rógva, tá ið Martin Poulsen, sum saman við Eyðuni higartil hevur verið stóri avbjóðarin, eitt sindur óvæntað tapti ímóti Ólavi Simonsen. Sær sjálvum so líkur, so var úrtøkan hjá Ólavi ússalig í tveimum teimum fyrstu umførunum, men nú hevur hann vunnið tvey talv á rað. Í dag var tað í eyðkenda lagnum, tá ið hann spenti bogan og endaði við at seta mótstøðumannin skák og mát.
Hesi úrslitini bera við sær, at Rógvi Egilstoft Nielsen nú er eitt stig frammanfyri Hans Kritstian Simonsen, sum í dag vann á Heiðriki T. Jacobsen, og hálvtannað stig frammanfyri Eyðun Nolsøe, Martin Poulsen og eisini Finnbjørn Vang, sum aftur í dag vann fulla úrtøku – hesaferð ímóti Andriasi Danielsen. Fyrrapartin í morgin hittast Rógvi Egilstoft Nielsen og Finnbjørn Vang.
Fyri fyrstu ferð í hesi kappingini vann FM vinnarin í fjør, Høgni Egilstoft Nielsen, í dag. Tað var ímóti Herlufi Hansen.
Støðan eftir 4 umfør
Rógvi Egilstoft Nielsen 4 stig
Hans Kristian Simonsen 3 stig
Eyðun Nolsøe, Finnbjørn Vang og Martin Poulsen 2,5 stig
Ólavur Simonsen 2 stig
Høgni Egilstoft Nielsen 1,5 stig
Andrias Danielsen 1,0 stig
Heiðrikur T. Jacobsen og Herluf Hansen 0,5 stig
5. umfar verður klokkan 10.00 mikudagin:
Andrias Danielsen – Høgni Egilstoft Nielsen
Rógvi Egilstoft Nielsen – Finnbjørn Vang
Heiðrikur T. Jacobsen – Eyðun Nolsøe
Martin Poulsen – Hans Kristian Simonsen
Herluf Hansen – Ólavur Simonsen
mynd: Eyðun Nolsøe og Rógvi Egilstoft Nielsen - foto: Arild Rimestad










